40 milliónir á muni á tilboðum upp á røktarheim í Hoyvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fimm tilboð komu inn at byggja nýtt røktarheim á Stórubrekku í Hoyvík og nýggjan atkomuveg.

Tað vóru Articon, HVT, J&K Petersen, KANJON og MTV Byggivirki, sum bjóðaðu uppá arbeiðið.

Articon hevur lægsta tilboðið, sum er 297.420.971 krónur, meðan J&K Petersen hevur hægsta tilboðið uppá 336.682.229 krónur.

Øll tilboðini eru uttan meirvirðisgjald og uttan fyrivarni.

Tórshavnar kommuna fer nú at viðgera øll innkomnu tilboðini.

Nýggja røktarheimið á Stórubrekku verður eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum.

Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum.

Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.

Dentur verður lagdur á, at búfólk skulu kenna tað heimligt og trygt, og at umstøðurnar eru róligar við góðum hentleikum. Smá, vard tún og útirúm verða umframt stórkøk, vaskarí og fysio- og ergoterapi.

Tað er ráðgevaratoymið EYA/CUBO, ið vann verkætlanarkappingina um prosjektering og heildarráðgeving av Røktarheiminum á Stórubrekku.

Røktarheimið verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.