Jokeren framførir á ársins Voxbotn

Skrivað

FM1

Dagfesting

– Jesper Dahl er maðurin handan listanavnið Jokeren. Vit kenna hann sum rappara – ja, møguliga ein av teimum bestu í Danmark, siga fyriskipararnir av Voxbotni í tíðindaskrivi.

Sum eftirnavnið ber boð um, so er Jokeren runnin av Dahl-ættini úr Vági.

Abbin var Hans Jacob Dahl, sáli, og rapparin greiddi fyri Sosialinum nøkur ár síðan frá, at familjan gjøgnum øll barnaárini varðveitti tann føroyska samleikan og siðirnar við at eta spik og skerpikjøt, sum hann sjálvur kallar tað í nevndu gastronomisku raðfylgju.

– Eg eri uppvaksin við einum grindaknívi á vegginum, segði Jesper Dahl við Sosialin í 2006.

Hann var limur í Den Gale Pose, og hann hevur havt fleiri tónleikahitt á egnum beinum. Eisini hevur hann verið í sendingini Toppen af poppen umframt dómari í Talent.

– Tí verður tað sera spennandi at fáa hann heim aftur til Føroya, mitt í býin í Havn at framføra stóru hitt hansara Kun os to, Gravøl og Godt Taget. Finnið sólbrillurnar og keppin fram, tað verður feitt, siga fyriskipararnir.