Nú telja vit niður, stendur í skrivi frá høllini við Tjarnir. Høllin letur alment upp 1. mars klokkan 19.30 við einum rimmar upplatingartiltakið við Føroya Symfoniorkestri. Við teimum á pallinum verða teir tríggjar heiðursgestirnir úr Vágaverki, Magnus á Stongum, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall.
Atgongumerkini verða sett til sølu 14. desembur klokkan 12.00.
– Flestøll hava hoyrt um stórhøllina við Tjarnir. Men enn eru fá, sum hava sæð hana við egnum eygum, sendur í tíðindaskrivinum frá høllini við Tjarnir.
Marius Ziska og Lea Kampmann verða eisini boðin upp at framføra við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, dirigenti. Tað er Teitur Lassen, sum hevur sett tónleikin hjá Leu Kampmann út til lítið orkestur.
– Tað verður ein serlig kensla, t, á ið dyrnar verða latnar upp. Ikki bara fyri okkum, sum skipa fyri, men fyri alt landið, sigur Súsanna Sondum, samskipari.
– Føroya Symfoniorkestur í hesum umstøðunum? “Eftir 1001 nátt” við strúkarum? Tað verður ein fólkafest, so tað forslær, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.
Stórhøllin við Tjarnir fer at hýsa alskyns tiltøkum – alt frá tónleiki og ítrótti til stórar altjóða ráðstevnur.
– Hetta er heimavøllur Føroya, men tað merkir ikki einans hondbóltur. Hetta eru tiltøk á altjóða støði, sum seta Føroyar á heimskortið. Vit bjóða fólki upplivingar út yvir tað vanliga; upplivingar, sum festa seg í minni, sigur ein hugspentur Regin W. Dalsgaard.
Atgongumerkjasølan til upplatingartiltakið byrjar leygardagin 14. desember kl. 12 á tjarnir.fo
