Kunnandi tiltak um týdningin av læruplássi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroya Handverksmeistarafelag skipaði í farnu viku fyri einum kunnandi tiltaki fyri uml. 100 næmingum á NámX. Tiltakið hevði til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini.

Magni á Lakjuni, vararektari á Glasi, setti tiltakið, og yrkislærd frá vinnuni greiddu frá týdninginum av at vísa áhuga og hava rætta hugburð til arbeiði. Hjørdis Zachariasen frá Yrkisdeplinum greiddi frá yrkisútbúgvingarskipanini.

Luttakararnir vóru:

  • Lasse Lauritsen, gartnari, Hjálpirót
  • Heri Kjerbo, HR-leiðari, Articon
  • Dánjal Skorá, rør- og blikksmiður, Demich
  • Heðin Hansen, bilsmiður, og Símun Benix Laursen, bilsmíðlærlingur, Reyni Service
  • Ransin Djurhuus, málarameistari, RND
  • Jens Mohr, maskinsmiður, og Tóki Blástein, maskinsmiðlærlingur, Mest
  • Bárður Einarson Hansen, elektrikaralærlingur, LM Electric
  • Hjørdis Zachariasen, vegleiðari, Yrkisdepilin

Næmingarnir lurtaðu eftir framløgum og settu spurningar til handverkararnar, ið løgdu dent á týdningin av góðum samstarvi og álitisvekjandi hugburði. Tiltakið vísti, at lærupláss er ein vegur til spennandi arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar, bæði heima og uttanlands.

NámX og Handverksmeistarafelagið vísa við hesum tiltaki á týdningin av samstarvi millum skúla og vinnu fyri at styrkja framtíðar starvsfólk. Tiltakið hevur verið sera væl móttikið og gevur næmingum nýtt innlit og íblástur til teirra lívsleið.