,

Grandma’s Basement og Herborg á Summar Festivalinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Summar Festivalurin boðar í dag frá, at tónleikabólkurin Grandma’s Basement og songkvinnan Herborg Torkilsdóttir vera við á festivalinum í ár.

Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, og í 2010 fóru teirat spæla inn og geva út, hittaðu við fleiri sangum og hava síðani havt lívligar framførslur – eisini á Summar Festivalinum, har teir hava framført fleiri ferðir.

Nú eru seks ár liðin, síðan Grandma’s Basement seinast spældi á Summar Festvalinum, og tí er tíðin komin, at teir aftur vera við á landsins størsta tónleikatiltaki.


Hittsongkvinnan Herborg Torkilsdóttir gav í 2019 sítt fyrsta lag út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum. Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum Eg uttan teg, Tú spælir við meg, Náttin var okay, Runt allar Føroyar og aðrir.

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga. Herborg Torkilsdóttir er til reiðar at framføra saman við Rakul Petersen á Summar Festivalinum, sum í ár verður hildin dagarnar 7.- til 9. august.