Listasavnið sóknst eftir málningum eftir Bent Restorff

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Listasavnið er í ferð við at fyrireika eina framsýning við verkum eftir Bent Restorff (1922-1979). Í hesum sambandi verður sóknast vit eftir málningum, sum hann hevur málað.

Um tú eigur eitt verk eftir Bent Restorff, vil Listasavnið hoyra frá tær. Við hesum vónar Listasavnið at kunnu seta saman eina so fjølbroytta og áhugaverda framsýning sum gjørligt.

Bent Restorff varð føddur í Tórshavn í 1922 og var sjálvlærdur málari. Upprunaliga útbúgvin bygningskonstruktørur.

Hann hevði sína fyrstu framsýning í 1944, fyrireikað av bretska hersetingarvaldinum og Williami Heinesen.

Bent Restorff var partur av mongum framsýningum, bæði her heima og úti í heimi, og hansara verk hava verið víst fram saman við øðrum kendum føroyskum listafólkum sum Elinborg Lützen, Ingálvi av Reyni og Bárði Jákupsson. Seinastu árini hevur Listasavnið sýnt fram hansara verk á framsýningunum Havið í 2020 og Broytandi Landsløg í 2022.

Í apríl 1979 skrivaði Dimmalætting um eina framsýning, har Bent Restorff saman við Bárði Jákupsson sýndi fram 33 nýggjar málningar og pastellir heilt frá 1930-árunum. Tá varð hann lýstur sum ein listamaður, sum hevði sína egnu uppfatan viðvikjandi málningalistini og hevði evni at skapa við tí minsta penslastrokinum nakað fevnandi og upplivandi við, at hann hevði eygu fyri at seta litir saman. Málningarnir hansara hava ljósan tóna, og flestu motivini eru úr Havnini og økinum rundan um.

Á Facebook er ein síða til minnis um listamálaran Bent Restorff


Viðmerking: Myndin av Bent Restorff er av omanfyri nevndu síðu á Facebook. Hon er viðgjørd við vitlíki fyri at gera hana klárari.


Her eru nakrar myndir av málningum eftir Bent Restroff.