Ozzy Osbourne og Black Sabbath eina seinastu ferð

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ozzy Osbourne og Black Sabbath fara at sameinast fyri eina seinastu ferð á vælgerandi konsert í Birmingham tann 5. juli.

Tungmálmslegendurnar verða høvuðsnøvn á einum einum festivali á Villa Park, har eisini bólkar sum Metallica, Pantera, Slayer, Gojira og Anthrax fara at spæla.

Hetta verður fyrstu ferð í 20 ár, at uppruna manningin,  Ozzy Osbourne, Tony Iommi, Geezer Butler og Bill Ward, fara at spæla saman. Ozzy Osbourne, sum hevur stríðst við Parkinsonsjúku og ryggskaða, fer at framføra nakrar sangir sjálvur, áðrenn hann spælir saman við bólkinum.

Kona hansara kona, Sharon Osbourne, sigur, at hetta verður hansara veruliga full stop. Inntøkurnar fara til vælgerandi endamál, harímillum Cure Parkinson’s og Birmingham Children’s Hospital.

Black Sabbath eru víðagitnir sum uppfinnarar av tungmálmi. Teir vórðu stovnaðir í 1968 og hildu fyrstu venjing í Newtown Community Centre nærhendis Villa Park.