Í dag var hátíðarhald á Fróðskaparsetri Føroya, har ungu samtíðardansararnir Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting fingu gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Tað skriva Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu síni.
Á hesum degi á hvørjum ári verður peningagáva úr grunni hansara latin ungum listafólki fyri at stuðla teirra listaligu menning og útbúgving.
Vár og Rannvá hava longu víst framúr evni og framtakshug. Síðani 2021 hevur dansibólkurin RIVA, við teimum á odda, staðið fyri seks verkætlanum. Í 2024 tóku tær stig til “bydans”, fyrsta føroyska samtíðardansifestivalin, við luttøku úr fleiri Norðurlondum.
Við gávugóðsinum vil Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum eggja teimum at halda fram við at útbúgva seg og menna samtíðardans sum listagrein í Føroyum. Báðar hava tikið útbúgving á BA-stigi og diplomstigi, í ávikavist 2019 og 2021.
Á hátíðarhaldinum varð eisini greitt frá søguni um gávumilda gartnaran Thorvald Poulsen av Steinum. Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, beyð vælkomin og greiddi frá um hann.
Marita S. Dalsgaard, forkvinna í Listafólkasambandi Føroya, handaði teimum innrammað heiðursbræv og blómur.
