Altartalvan nýggj krimibók frá Jógvani Isaksen

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Jógvan Isaksen hevur sum vanligt givið eina krimibók út til jóla. Hesaferð eitur bókin Altartalvan.

Á baksíðuni á bókini verður søgugongdin lýst soleðiðis:

Tríggir menn vóru inni í Leigubúðini. Hann, sum sat á einum krakki upp ímóti vegginum, var syndarligur á at líta. Ikki tí hann kropsliga var visaligur, tvørturímóti var hann bæði høgur og vællimaður og í mesta lagi farin um tey trettivu. Hann var dimmholdaður við krunkasvørtum hálvlongum hári. Høgra eyga var eisini myrkt sum eitt kolastykki, og tað tyktist at brenna ein eldur í tí. Har vinstra eygað hevði verið var nú bara eitt bløðandi hol.

Altartalvan Tann heilaga Kvøldmáltíðin frá 1647 hvarv úr Havnar Kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hessari er ein gamal skurður inn í viðin, IHS. Hevur tað samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum? Tá ið danski stjórin seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tyssja spurningarnir fram. Hannis Martinsson við sínum trúgva hjálparmonnum Edmund West og Haraldi í Sátudal royna at fáa skil á fløkjuni.