– Í dag havi jeg meldað meg úr Javnaðarflokkinum, og er tað sum ein beinleiðis avleiðing av tí stríði og teimum ósemjum, ið hava verið í sambandi við kommunuvali, sigur Bjarni Johansen í tíðindaskrivi.
Tíðindaskrivið er soljóðandi:
Talan hevur verið um fleiri innanfloks ósemjur, sum jeg ikki kann standa inni fyri ella vera partur av, og tí havi jeg tikið avgerð um at melda meg úr flokkinum.
Hesar ósemjur gera, tað er ógjørligt hjá mær at halda fram sum limur í Javnaðarflokkinum, og samstundis vera trúgvur ímóti mær sjálvum og teimum, ið hava trúliga bakkað meg upp.
At orrustan síðan valdagin heldur fram og tykist endaleys, tí summi ikki vilja síggja veruleikan í eyguni og koma víðari, kann jeg hvørki bjóða mær sjálvum ella teimum, ið valdu meg.
Tí gevur tað seg sjálvt, at jeg noyðist at sleppa Javnaðarflokkinum, sum annars altíð hevur verið mín flokkur.
Jeg fór upp í politikk fyri at kunna gera mun og fyri at gera mítt til, at bæði vágbingar og Vágsbygd skuldu hava tað gott og vera í góðum hondum, men tað ber fyri mítt viðkomandi ikki til sum partur av Javnaðarflokkinum.
Skal jeg kunna hyggja meg sjálvan og tey í eyguni, sum hava stuðlað mær, kann jeg ikki halda fram, men noyðist at melda meg úr Javnaðarflokkinum.
Jeg smekki ikki við nakrari hurð, men vil fegin takka øllum, sum jeg havi samstarvað við, bæði í flokkinum og øðrum.
Fyri framtíðina ynski jeg framhaldandi samstarv, so ósemjur og stríð ikki verða standandi eftir, men at øll eru við til at gera sítt besta fyri Vágs kommunu og tað fólk, ið her býr.