Bókasavnið við Løkin uppraðfest einum bókavørði afturat

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Unn Patursson er sett í starv sum bókasavnsvørður í Bókasavninum við Løkin í Runavík. Samstundiis uppraðfestir Runavíkar kommuna bókasavnið, og tað fer eisini at veita fólkabókasavnstænastu útum kommununa til samstarvsbókasøvnini í Nes-, Sjóvar-, Kvívíkar-, Vestmanna-, Vága og Sørvágs kommunum.

Unn Paturson er útbúgvin sum bibliotekar frá 2002 og cand.scient.bibl. Hon hevur drúgvar royndir frá Landsbókasavninum og Býarbókasavninum.

Bókasavnið við Løkin er bæði skúla- og fólkabókasavn og veitir tænastur til allar aldursbólkar í samfelagnum.

Síðan tað lat upp í 2012, hevur bókasavnið verið eitt týdningarmikið mentanarligur miðdepil, ið bjóðar lesarunum eitt breitt úrval av bókum, filmum, og øðrum tilfari.

Bókasavnið er í sama bygningi sum Runavíkar kommunuskúli og Løkshøll, og samstarvar við fleiri kommunur fyri at veita ein fjølbroyttan og atkomuligan bókasavnstænastu.

Umframt at læna bøkur, skipar bókasavnið fyri ymsum tiltøkum, so sum lesiringum, søguløtum og fyrilestrum, ið geva bæði børnum og vaksnum møguleikan at uppliva mentanarligar og fróðskaparfullar løtur.

Bókasavnið leggur stóran dent á at stimbra lesihugin hjá børnum við tiltøkum sum bókagávur til trý ára gomul og summarlesiavbjóðingum til børn og ung.