Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður í lógarmálum, hevur svarað fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um valevnislistar til kommunuval.
Helgi Abrahamsen spurdi um endamálið við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista, um landsstýrismaðurin ætlar at broyta hetta, og hvussu hann metir, at kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild.
Landsstýrismaðurin svarar, at endamálið við markinum helst er at tryggja fólkaræðisligan dynamikk við at eggja til fleiri listar. Hann viðurkennir tó, at ásetingin ikki er neyvari viðgjørd í viðmerkingunum til kommunuvallógina.
Landsstýrismaðurin upplýsir eisini, at eingin ætlan er um at broyta hetta í løtuni.
Hvat viðvíkur kommunuvalinum í 2024, metir løgmálaráðið, at valið sum heild gekk væl, tó við einstøkum frávikum, har valið ikki varð farið rætt fram sambært kommunuvallógini. Løgreglan viðger eisini eitt mál um møguligt valsvik.