Løgtingsmaðurin, Eirikur í Jákupsstovu, hevur sett Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52a-fyrispurning um skanningar.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum skal greiða frá royndunum við tveimum MR-skannarum
- Hvørjar eru royndirnar hjá sjúkrahúsverkinum at skipa og nýta MR-skannararnar, nú verkið hevur ræði á tveimum slíkum skannarum, herundir eisini við atliti til at gera skanningar í Føroyum, sum ikki hava verið gjørdar her áður?
- Hvussu er ætlaða býtið millum nýtslu av teimum báðum MR-skannarunum hjá sjúkrahúsverkinum?
- Eru nøkur sløg av skanningum, sum betur kunnu gerast í eldra MR-skannaranum hjá sjúkrahúsverkinum enn í nýggjara skannaranum?
- Er tað fíggjarliga og heilsuliga skynsamt, um mann framhaldandi brúkar eldra skannaran út á kvøldarnar, tá samlaði skannimøguleikin í øllum førum er tvífaldaður?
Eirikur í Jákupsstovu vísir á, at sjúkrahúsverkið hevur nú tveir MR-skannarar, og tað hevði verið áhugavert at frætt, hvussu hetta hevur betrað møguleikarnar hjá heilsuverkinum.
Hann minnir á, at fyri nøkrum árum síðan var frammi, at tað varð skilagott og neyðugt at brúka einasta MR-skannaran uttan fyri vanliga arbeiðstíð fyri at bíðirøðirnar ikki skuldu gerast ov langar, og at ein skannari afturat kann hava broytt hesa støðu.
Landsstýriskvinnan hevur tvær vikur at svara fyrispurninginum.