Kundi tú hugsað tær at ment og røkt starvsfólkaøkið á Setrinum? So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv sum HR-ráðgevi.
Um starvið
Setrið vil uppraðfesta HR-økið og tryggja, at øll virkisøkir verða stuðlað av HR-tiltøkum. Sum starvsfólk á HR-deildini fært tú møguleika at arbeiða við sera fjølbroyttum uppgávum í tøttum samstarvi við leiðslu. Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru:
- at samskipa og ráðgeva í sambandi við starvssetanir og starvsfólkamál
- at arbeiða saman við øðrum at orða/endurskoða politikkar
- at fremja trivnaðarkanningar og arbeiða við úrslitunum
- saman við øðrum at skipa fyri innanhýsis skeiðum og trivnaðartiltøkum
- at halda í træðrunum og vera sparringspartnari í sambandi við førleikamenning
- at arbeiða við fjølbroytni, javnrættindi og inklusjón
- at røkja aðrar vanligar HR-fyrisitingarligar uppgávur
Tín vangamynd
- Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir, gjarna frá HR ella líknandi øki. Vit vænta, at tú:
- hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum bæði í fyrisiting og menning
- dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum og enskum
- hevur royndir við vanligum telduforritum og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir
- nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
- hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt
- Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til løgfrøði.
Vit bjóða
- eitt spennandi og avbjóðandi starv
- ein ágrýtnan starvsfelagabólk á høgum fakligum stigi og eitt spennandi umhvørvi
- góðar møguleikar fyri førleikamenning
Umsókn, freist og samband
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. oktober 2024.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Katrina Poulsen, HR-leiðara, á tel. 292518 ella KatrinP@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.


