Jørgen spyr Løgmann um embætisførsluna hjá Ruth

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevur sett løgmanni Aksel V. Johannesen ein skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini. Fyrispurningurin snýr seg um embætisførsluna hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, í sambandi við broytingar í linkingarhátti fyri lønarinntøkur sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum.

Í desembur setti Jørgen Niclasen løgmanni ófráboðaðan sama spurning, og løgmaður heitta á hann, at seta ein skrivligan fyrispurning..

Jørgen Niclasen spyr, um landsstýriskvinnan við kunngerð nr. 95 frá 4. septembur 2024 hevur brotið § 41 og § 54 í stýrisskipanarlógini, tá hon broytti linkingarháttin fyri lønarinntøkur uttan at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina og Løgtingið. Hetta hevur ført til, at føroyingar, ið hava uttanlandsinntøku, nú skulu rinda dupultan skatt – bæði í Norra og í Føroyum.

Jørgen Niclasen sigur, at avgerðin hevur stóran negativan týdning fyri nógvar føroyskar familjur, og norsk fakfeløg og skipaeigarafeløg hava mótmælt broytingini. Hann vísir á, at ein líknandi broyting í Danmark í 1999 varð framd við góðkenning frá Fólkatinginum, áðrenn avgerðin varð sett í verk.