Klintrimús aftur til keyps

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú, tað stundar til jóla, er kenda barnabókin Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum og Bakibókin í Vallbakkaskóginum aftur á goymslu hjá Bókamiðsøluni. So nú er at fara í bókahandlarnir, sum aftur hava hesar væl umtóktu bøkur til sølu.

Klintrimúsfepur var í heyst, tá ið filmurin um Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskógunum varð sýndur á føroyskum.

Fleiri vildu hava serstøku upplivingina við heim, og tí gekk klassikarin hjá norska rithøvundinum og teknaranum Thorbjørn Egner sum heitt breyð í bókahandlunum. Eisini vóru fleiri, ið keyptu sær Bakibókina í Vallbakkaskóginum við leskiligum uppskriftum, góðum ráðum og stuttligum myndum.

Bøkurnar báðar seldu so væl, at eingi eintøk vóru eftir á Bókamiðsøluni, og eisini á hillunum í bókahandlunum er farið at tømast. Men nú boðar Bókadeildin frá, at tær eru aftur at fáa.


Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum kom á fyrsta sinni út á føroyskum í 1979 og varð seinast endurútgivin í 2019. Eyðun Johannessen týddi.

Bakibókin í Vallbakkaskóginum kom út í 2019, og Una Poulsen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bøkurnar út.