Kringvarpið og Fjølrit gjørt avtalu um at leggja tilfar á netið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kringvarp Føroya og Fjølrit hava skrivað undir eina nýggja avtalu, sum gevur Kringvarpinum møguleika at brúka føroyskt tilfar á nýggjan hátt. Tað skrivar Fjølrit á heimasíðu síni.

Kringvarpið kann nú leggja føroyskar søgur og yrkingar á heimasíðuna, uttan at tær fyrst eru sendar í útvarpinum.

Tað merkir, at føroyskir rithøvundar kunnu røkka fleiri lurtarum og lesarum. Tilfarið verður tøkt í avmarkað tíðarskeið, líkasum vit kenna tað frá ymsu loyvisavtalunum í sambandi við stroyming.

Eisini kann Kringvarpið leggja tilfar til børn í appina VIT. Hetta tilfar kann liggja í appini í tríggjar mánaðir, heldur enn ein mánað, sum er galdandi fyri heimasíðuna. Hetta gevur børnum longri atgongd til spennandi søgur og upplivingar.

Avtalan varð dagførd eftir ynski frá Kringvarpinum, og Fjølrit, sum umboðar Rithøvundafelag Føroya, tók væl ímóti hesum.

Avtalan fevnir einans um teir miðlar, sum eru nevndir. Um Kringvarpið ætlar at brúka tilfar á øðrum miðlum, skal avtalan endurskoðast.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen