Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett nýggja nevnd fyri Mentanargrunnin fyri komandi fýra árini. Tað skrivar Almanna- og mentamálaráðið.
Sambært kunngerð um Mentanargrunn Landsins verður grunnurin stjórnaður av nevnd við fimm limum og fimm varalimum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir.
Tveir nevndarlimir og tveir varalimir skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Landstýrisfólki tilnevnir forfólk og næstforfólk. Sambært somu lógargrein skal nevndin hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.
Nevndin er mannað soleiðis:
- Hedvig Westerlund-Kapnas
- Ivan Hentze Niclasen
- Brynhild Næs Petersen
- Kinna Poulsen
- Hans Torgarð
Varalimir:
- Paula Gaard
- Dánial Hoydal
- Birgir Kruse
- Sólvá Svartafoss
- Nicolaj Falck
Hedvig Westerlund-Kapnas verður forfólk og Ivan Hentze Niclasen verður næstforfólk.
Á fundi við nývaldu nevndina, staðfesti landsstýriskvinnan, at munandi størri umsiting er flutt til Mentanargrunnin, tað er millum annað, at filmsstuðulin er lagdur til grunnin at umsita, umframt nýggju játtanina til framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung.