Runavíkar havn setti met í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eftir eitt avbjóðandi 2023 er 2024 higartil besta árið í bruttoinntøku hjá Runavíkar havn, við góðum 22 milliónum krónur í inntøku og sløkum 9 milliónum í vinningi.

Hóast missin av inntøkum frá russiskum skipum orsaka av havnastongsli í 2023, so hava nógvu ferðamannaskipini 2024 nærum javnviga missin av russiskum skipinum í 2024.

Siglingin við ferðamannaskipum, sum lá lamin undir koronafarsóttini, er nú skjótt vaksandi.

Runavíkar havn hevur verið á altjóða ráðstevnum, millum annað í USA og Danmark, har borgarstjórin og umboð fyri havnina hava styrkt sambondini við vinnuna.

Frameftir eru útlit fyri vøkstri, við nýggjari orkubryggju í Søldarfirði og nýggjum havnalagi. Skipasmiðjan Mest er eisini farin undir at gera eina turrdokk á Skála.

Samstundis fer havnastongsulin móti russiskum skipum væntandi at halda fram orsakað av stríðnum í Ukraina.

Eitt nýbrot eru vitjanirnar av smærri ferðamannaskipum í bygdunum norðanfyri. Elduvík og Funningur havt vitjanir av smáum ferðamannaskipum, og Oyndarfjørður er næstur at gerast partur av verkætlanini. Umstøðurnar í Funningi eru eisini bøttar, so tað nú er lættari hjá ferðafólki at vitja bygdina.