Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur fingið 2,6 milliónir kr í stuðli til nýggja granskingarverkætlan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantshavi frá ‘Granskingarskránni í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum’. Samstundis skilst at Universitetið í Grønlandi hevur fingið játtað 3 mió. frá granskingarskránni til gransking í sama høvuðsevni.
“Altjóða politikkur verður nú lagdur undir granskaralupp á Søgu- og samfelagsdeildini,” segði Fróðskaparsetrið í almennum skrivi. “Nýggj verkætlan hevur fingið góðar 2,6 milliónir krónur í granskingarstuðli, og tað er Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, sum hevur ábyrgdina av verkætlanini.”
Ætlanin er at brúka peningin til eina Ph.d. verkætlan og harvið uppraðfesta gransking á økinum, stóð víðari í skrivinum. “Síðani russisku innrásina í Ukraina í februar 2022 er evnið vorðið meiri aktuelt enn nakrantíð fyrr, og okkum tørvar nýggja vitan og gransking um hvussu økta stórpolitiska rivaliseringin í Norðuratlantshavi ávirkar Føroyar og okkara grannalond,” varð Heini í Skorini endurgivin fyri at siga.
‘Granskingarskránni í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum’ er játtað av Fólkatinginum, og Granskingarráðið umsitur hana. Yvirskipaða endamálið við granskingarskránni er sambært Setrið “at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum.”
Faknevndin fyri skránna kallast FASDiNA, og hon hevur í hesum umfarinum játtað tilsamans 5.624.676 krónur til tvær granskingarverkætlanir, upplýsti Setrið. “Hetta eru fyrstu granskingarverkætlanirnar ið fáa játtan av nýggju granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.”
Verkætlanirnar ið fáa stuðul:
‘The Defence and Security Strategies of the Faroes and Greenland Amidst Great Power Rivalry.’ Heini í Skorini, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya. Játtan: 2.624.676 kr.
‘Greenland’s Alliance Dilemma Amidst Great Power Struggles – a Comparison with Arctic and Non-Arctic States and Regions.’ Maria Ackrén, Nasiffik, Ilisimatusarfik/Universitetið í Grønlandi.
Játtan: 3.000.000 kr.