Spyr um heimild at selja grundstykkir til marknaðarprís

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldisflokkinum hevur sett landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, ein skrivligan fyrispurning, um kommunur kunnu fáa lógarheimild til at selja grundstykkir fyri marknaðarprís, hóast hesin er lægri enn kostprísurin.

Hervør Pálsdóttir vísir á, at grundstykkir til rímiligan kostnað eru neyðug, um nýggir bústaðir skulu byggjast.

Kommunala eftirlitið hevur ávarað um, at tað ikki er fíggjarliga skynsamt fyri kommunur at selja grundstykkir undir marknaðarvirði. Hetta hevur ført til, at grundstykkir uttanfyri miðstaðirnar eru vorðin dýrari, og tí eggjar enn meira til, at fólk skulu flyta inn ímóti miðstøðunum

Hervør Pálsdóttir vil vita, um lógarheimild kann geva kommunum møguleikan at selja grundstykkir fyri marknaðarprís, sjálvt um hesin er lægri enn kostprísurin.