Stuðul til føroyska handarbeiðsmentan

Skrivað

FM1

Dagfesting

Endamálið hjá grunninum er at menna og lívga føroyskum handarbeiði, føroyskari handarbeiðsmentan og at veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 18. juli 2024.

Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving skal sendast til Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO 110 Tórshavn ella á torshavn@torshavn.fo

Merkið umsóknina “Minnisgrunnur Sonnu av Skarði”.

Meira fæst fæst at vita um stuðulin við at venda sær til Jákup Simonsen, ráðgeva, telefon 302010.