Sunda kommuna hátíðarheldur 20 ára dagin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Um vikiskiftið verður hátíðarhildið, at tað eru 20 ár síðan Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Sunda-, Haldórsvíkar, Gjáar og Saksunar kommuna løgdu saman í Sunda kommunu.

Tiltøkini byrja fríggjadagin 7. mars, tá ið kommunuskrivstovan hevur opið hús frá klokkan 13.00 til 17.00 við kaffi og lagkøku. Um kvøldið verður ein pubquiz í Eydnuni

Leygardagin 8. mars verður ein brunch í bygdarhúsinum í Hósvík frá klokkan 9.30 til klokkan 12.00, har Ruben Busk stendur fyri matgerðini og Eiðis Ljómfelag spælir. Eyðstein Zachariasen fer at siga nøkur orð kl. 10.00.

Um kvøldið verður fyrilestur við Margáir við Sámal Matras Kristiansen um Sunda kommunu.

Sunnudagin 9. mars verður hoppiland í høllini í Skúlanum við Streymin frá klokkan 13.00 til 20.00, har okkurt drekkandi og etandi verður at fáa.