Veruleikin er, at Norðuratlantshavið ikki longur er eitt lágspenningsøki. Eg hevði viljað, at tað ikki var so, men politikkur kann ikki byggjast á ynskir. Eg hevði viljað, at leiðandi politikkarar í Føroyum tóku hond um støðuna.
Afturvendandi orðini frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríksmálum eru, at vit ikki skulu sáa nakran óneyðugan ótta og eg eri ikki ósamd í hesum.
Eg vil ikki sáa nakran ótta – men vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan.
Tað snýr seg ikki um at sáa iva ella ótta, men heldur ræður tað um at vera fyrireikaður.
Vit sóu herfyri innslag í Degi og Viku, har Robert Imre, lektari í stjórnmálafrøði, vísti á, hvussu álvarslig støðan kann gerast, um vit ikki eru fyrireikað. Umframt hetta, vóru samrøður við føroyskar borgarar, ið ikki søgdu seg vera heilt tryggar – ella um ikki annað eitt sindur ørkymlaðar.
Fyri meg at síggja, er einasti partapolitikkurin, ið ger seg galdandi í samband við at økja trygdina í Føroyum, tann, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum setur út í kortið. Hann vil samráðast við NATO og vil gjalda fyri allar føroyskar útreiðslur innan verjuøkið. – Gamaní, men er nakað komið burturúr hesum leistinum?
NATO hevur ikki eitt samráðingarborð, har ítøkilig átøk fyri hvørja tjóð verða nágreinað – hetta er upp til limalondini sjálvi at avgera. Føroya Landsstýrið hevði møguleika at nágreina nøkur ítøkilig trygdarátøk í samráð við donsku stjórnina, men eingi itøkilig átøk eru komin burturúr.
Vit liva ikki í eini idealistiskari tíð við friði og harmoni – hetta mugu vit ásanna. Nú er tíðin at handla og seta ítøkilig átøk í verk. Løgmaður og Landsstýrið mugu gera greitt, hvørji ítøkiliga átøk tey fara at seta í verk fyri at tryggja føroyingar. – Hvat vil løgmaður?
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin