Velbastaðar skúla søkir eftir stjóra

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Undirvísingarstýrið søkir eftir skúlastjóra til Velbastaðar skúla frá 1. august.

Í Velbastaðar skúla ganga umleið 36 næmingar frá forskúla til 6. flokk. Trý lærarastørv eru knýtt at skúlanum.

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgdina av virksemi skúlans. Harumframt skal stjórin ganga undan í góðum samstarvi við myndugleikar, foreldur og starvsfólk.

Starvið krevur útbúgving sum fólkaskúlalærari og viðkomandi starvsroyndir. Eisini er ein góðkend leiðsluútbúgving ein fyrimunur.

Velbastaðar skúli arbeiðir í tøttum samstarvi við Undirvísingarstýrið, Nám og Sernám. Harumframt er skúlin í tøttum samstarvi við mentamáladeildina og aðrar skúlar í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er Leivur Frederiksen stjóri í Velbastaðar skúla.