Í síðstu viku fingu tólv nýggir heilsurøktarar prógv á Heilsuskúla Føroya.
Bingerð H. Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum bar fram røðu. Eisini var ein serlig tøkk til Magna Eystaná, undirvísara í føroyskum, tí hetta var hansara seinasta heilsurøktarahold, nú hann gevst at undirvísa á skúlanum.
Á myndini:
Aftast frá vinstru: Rebekka Heradóttir Silvurdal, Hvalba, Maria Joensen, Tórshavn, Fríða Lisberg, Vágur, Annvør Garðalíð, Skála, Nanna Hanusardóttir Jakobsen, Skopun, Emma Nysted, Norðdepil og Teresa Heradóttir Silvurdal, Porkeri.
Fremst frá vinstru: Sára Nólsoy Arabo, Tvøroyri, Marie Melodie V. Davidsen, Tórshavn, Laila Poulsen, Tórshavn, Sonja Maria Krosslá, Porkeri og Adrina Holmsund, Øravíkarlíð.