Um okkum
Endamálið hjá FM1 er at gera fjølbroytt, lætt, kunnandi og áhugaverd tíðindi og útvarp, sum er fyri øll.
Hvønn gerandisdag hava vit 3 tíðindasendingar, har øll viðurskifti verða viðgjørd. Tað verður bæði lisið upp, ringt út og fáa vit javnan gestir í rásarúminum (1´arin). Tað kemur eisini fyri, at vit hava ”breaking news”, um eitt hvørt er á vási í samfelagnum ella um okkurt ferð fram, sum er av týdningi í samfelagnum. Ítrótturin fyllir nógv á FM1 har vit fylgja føroyska fótbóltinum og hondbóltinum umframt, at vit eisini eru við til aðrar ítróttagreinar. Vit hava fleiri fastar sendingar ígjøgnum vikuna, her kann nevnast, vælumtóktu sendingarnar, Stjórnin- Politikkur á skák, Saman um, á Sýnini, jukeboksin, firmakappingin v.m. Hesar sendingarnar og fleiri aðrar kunnu hoyrast undir “ljóð”
Hjá FM1 hava vit starvsfólk við góðum og nógvum royndum í fjølmiðlavinnuni innan journalistik og sølu.
Umframt hesa tíðindasíðu, so eigur og rekur FM1 tvær rásir, VOXPOP Radio og FM1. í 2018 løgdu KissFM og Rás2 saman og hava vit virka undir navninum FM1 líka síðani.
Um tú ynskir at lýsa, senda tíðindaskriv ella hevur eina góða søgu, sum tú heldur, at vit eiga at varpa ljós á, ert tú vælkomin at seta teg í samband við ein av okkara starvsfólkum.
Starvsfólk
Árni Gregersen
Redaktør / Journalist
arni@fm1.fo / 551102
Regin Sivertsen
Ítróttar frásøgufólk
fm1@fm1.fo
Allan Samuelsen
Vertur / Countrysendingin
fm1@fm1.fo
Hákun M. Christiansen
Tónleika samskipari/sendinet
fm1@fm1.fo
Bókhald
bokhald@fm1.fo
Lýsingar
Tlf .551108
lysing@fm1.fo
Redaktión
Lesarabrøv/ tíðindaskriv/ tíðindir
fm1@fm1.fo
Studio
Tlf. 551101
studio@fm1.fo