44 fólk fáa 4,1 milliónir í mentanarstarvslønum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Mentanargrunnur Landsins hevur kunngjørt, at starvslønir og íverksetanarstuðul eru latnar til listafólk og mentanarligt virksemi fyri 2025.

44 umsøkjarar fáa starvsløn, harav Tróndur Bogason Hansen, tónaskald, í 12 mánaðir, og Kim Simonsen, rithøvundur, í 6 mánaðir.

94 umsóknir komu inn, og søkt varð um nærum 32 milliónir krónur. Latnar vóru 101 mánaðarlønir fyri tilsamans 4,1 millión krónur. Nevndin viðger umsóknirnar eftir kunngerðini um Mentanargrunn Landsins, sum hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið.

Umframt starvslønir lat grunnurin eisini íverksetanarstuðul. Av 19 umsóknum fingu fýra listafólk stuðul á tilsamans 300.000 krónur. Tey eru:

  • Beinir Bergsson (bókmentir)
  • Mariann Hansen (leiklist)
  • Alda Mohr Eyðunardóttir (myndlist)
  • Simona Eivinnsdóttir (tónlist)

Nevndin leggur dent á, at stuðulin verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum. Hedvig Westerlund-Kapnas, forkvinna í nevndini.


Starvslønir 2025:

  • Tróndur Bogason Hansen – 12 mánaðir
  • Kim Simonsen – 6 mánaðir
  • Anna Katrin Ø. Egilstrøð – 5 mánaðir
  • Olaf Johannessen – 4 mánaðir
  • Elin á Rógvi – 3 mánaðir
  • Randi Samsonsen – 3 mánaðir
  • Herborg Silja Strøm – 3 mánaðir
  • Høgni Mohr – 3 mánaðir
  • Durita Dahl Andreassen – 2 mánaðir
  • Jákup Veyhe – 2 mánaðir
  • Marita S. Dalsgaard – 2 mánaðir
  • Búi Rouch – 2 mánaðir
  • Bárður Reinert Poulsen – 2 mánaðir
  • Heðin Ziska Davidsen – 2 mánaðir
  • Lasse Thorning Jæger – 2 mánaðir
  • Lea Kampmann – 2 mánaðir
  • Beinir Bergsson – 2 mánaðir
  • Kristina Sørensen Ougaard – 2 mánaðir
  • Magnus Gaard – 2 mánaðir
  • Kári Linderoth Jacobsen – 2 mánaðir
  • Rannvá Holm Mortensen – 2 mánaðir
  • Jóanes Nielsen – 2 mánaðir
  • Birgit Remmel – 2 mánaðir
  • Torfinnur Jákupsson – 2 mánaðir
  • Trygvi Danielsen – 2 mánaðir
  • Heri Joensen – 2 mánaðir
  • Ingun Christensen – 2 mánaðir
  • Guðrið Poulsen – 2 mánaðir
  • Janus á Húsagarði – 2 mánaðir
  • Pauli Reinert Poulsen – 2 mánaðir
  • Lena Nicolajsen – 2 mánaðir
  • Jón Thorsteinsson – 2 mánaðir
  • Maria Winther Olsen – 2 mánaðir
  • Eir í Ólavsstovu – 2 mánaðir
  • Rannvá G. Niclasen – 1 mánaður
  • Ebba Malena Debess Thomsen – 1 mánaður
  • Vár Bech Árting – 1 mánaður
  • Rebekka Petersen – 1 mánaður
  • Sjúrður Hammer – 1 mánaður
  • Lars Kolbjørn Moa – 1 mánaður
  • Malan Poulsen – 1 mánaður
  • Súsanna Tórgarð – 1 mánaður
  • Hans Tórgarð – 1 mánaður
  • Anna Hüdepohl – 1 mánaður