Klippfisk og Barnafilmfestivalurin 2025 skipa fyri 48 tímar filmskapping, sum fer fram frá 13.- til 15. januar. Henda spennandi kapping er fyri børn og ung í aldursbólkinum 6-19 ár.
Filmskappingin byrjar mánadagin 13. januar klokkan 12.00 í Perluni, tá ið evnið til kappingina verður kunngjørt. Luttakararnir hava síðan 48 tímar til at gera ein film við hesum evni. Filmsupptøkan kann gerast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð, og filmsverkætlanir kunnu vera upp til sjey minuttir langar.
Vinningurin í kappingini er kr. 10.000, og verður mett eftir kreativiteti, hugskoti, og framleiðslugóðsku. Luttakarar kunnu arbeiða við sínum filmum í Klippfisk, har tey kunnu menna hugskotið og klippa filmin.
Tað ber til at tekna seg til kappingina á heimsíðuni hjá Klippfisk, og tilmeldingarfreistin er sunnukvøldið 12. januar klokkan 20.00.