Fimm milliónir krónur til trivn­aðar­til­tøk í bygd­un­um

Skrivað

Malan á Dunga

Dagfesting

Teinurin frá Vaglinum til bygdirnar í kommuni er opinbart ov langur, tí fólkið í bygdunum føla seg ikki hoyrd. Tað mugu vit gera nakað við.

MEIRA TRIVNAÐ Í NÆRUMHVØRVINUM
Komandi valskeið skula puljur á umleið 5 milliónir krónur setast av til hvørja bygd. Pengarnir skulu brúkast til verkætlanir ið skapa inklusjón og eldhuga millum bygdafólkið.

Ein slík pulja gevur møguleika at seta í verk lokalar verkætlanir, sum bygdirnar sjálvar raðfesta. Um tað so er betran av felagsøki, mentanartiltøk ella minni byggiverkætlanir.

Tá fólk kenna, at teirra hugskot verða hoyrd, styrkir hetta felagsskapin í allari kommununi.

Hetta er eitt týðandi stig á leiðini móti eini kommunu, har øll føla eina felagskenslu og hava møguleika at lata sítt íkast til felagsskapin.