Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um lesandi og fráflyting.
Djóni Nolsøe Joensen greiðir frá, at Hagstova Føroya í samstarvi við Danmarks Statistik er í fer við at útgreina hagtøl um føroyingar við bústaðartilknýti, sum lesa á donskum útbúgvingarstovnum.
Hagtølini vísa, at talið av lesandi føroyingum í Danmark er minkað úr 2.356 í 2012 til 1.865 í 2022. Hetta svarar til eina minking upp á góð 20 prosent. Eitt ávíst fyrivarni má takast fyri tølunum, tí talan er um hagtøl undir menning.
Eingi fullfíggjað almenn útbúgvingarhagtøl eru um lesandi ella førleikagevandi útbúgvingar í Føroyum.
Hagtølini hjá Studna vísa eina samsvarandi fallandi gongd við færri lesandi í Danmark. Hesi tøl vísa talið á føroyngum, ið hava fingið lestrar- og ferðastuðul.
Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at tølini frá Hagstovu Føroya og Studna vísa somu gongd, hóast munir eru á tølunum orsaka av ymsum uppgerðarháttum.
Hagstova Føroya fer at kunngerða almennu hagtølini seinni í ár, meðan Studni framhaldandi fer at greina sítt virksemi.
Djóni Nolsøe Joensen sigur, at áðrenn fullfíggjað almenn útbúgvingarhagtøl kunnu gerast, krevst fígging á eina millión krónur árliga til menning og framleiðslu av útbúgvingarhagtølum.