Týsdagin klokkan 14 vitjar Eyðun Klakstein studio hjá FM1, har lurtararnir gjøgnum sms-skipanina nummar 559999 fáa høvið at vinna eintøk av bókini “Lygn”.
Eyðun hevur lisið og umrøtt nógvan krimiskaldskap, serliga norðurlendskan krimiskaldskap, og hevur nú sjálvur etablerað seg sum krimirithøvundur. Í sendingini “Hvonn Live” á gamla Rás2 hevði Eyðun nakrar framstandandi norðurlendskar krimirithøvundar á gátt. Tað, bókina og annað rundanum krimiskaldskap fara vit at fáa Eyðun at seta orð á í sendingini í morgin klokkan 14.
