Hesi tíggju løgini dystast um at gerast ársins útvarpshitt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú er avgjørt, hvørji løg eru komin í finaluna í Ársins útvarpshitt 2024, sum Kringvarp Føroya skipar fyri.

Nú er tað so upp til lurtaran at atkvøða fyri tí sanginum, hevur uppiborið heiðurin sum ársins útvarpshitt.

Finaluløgini eru hesi:

  • Adrenaline – “Sólin”
  • Anna Louisa Mýri – “Av øllum tí góða sum Guð hevur gjørt”
  • Á Tjaldrafløtti & Jens Marni – “Elska næsta tín”
  • Beinir – “Romeo”
  • Dagfinn og Kim – “Tíð, ið koma skal”
  • Frankie – “Tvey hjørtu”
  • Herveir Sabina á Torkilsheyggi – “Yppa”
  • Jóannes Joensen – “Tú skal syngja tær ein sang”
  • Jónas Gaard & Sigrið F Hansen – “Hon er mítt heim”
  • Lena Anderssen – “Dugir tú at tosa føroyskt”

Tað ber til at atkvøða á heimasíðuni hjá Kringvarpinum

Í fjør var tað Árni Andreassen, sum vann heiðurin Ársins útvarpshitt 2023 við sanginum Tá eg sá teg.