Sum nakað nýtt ferð Eiðis kommuna undir eina stuðulsskipan, nevnd Borgaraátøk, sum skal eggja borgarum ella grannaløgum at skipa fyri smærri verkætlanum, ið eru alment gagnligar.
Endamálið er at skapa trivnað í nærumhvørvinum og at fríðka um í økinum. Verkætlanir, sum kunnu fáa stuðul, umfata til dømis. smærri gøtur, grøn økir ella trivnaðarøki.
Treytirnar fyri stuðli eru, at verkætlanirnar skulu vera alment gagnligar, hava eina kostnaðarmeting og eina tíðarætlan.
Stuðulin fevnir bert um tilfar, ikki arbeiðsløn. Trivnaðarnevndin avger, hvør fær stuðul, men um upphæddin er hægri enn 20.000 krónur, skal umsóknin viðgerast av fíggjarnevndini og bygdaráðnum.
Umsóknir skulu sendast til Eiðis kommunu.