Fyrrverandi forseti á ráðstevnu um leiklutin hjá universitetum í smátjóðum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

2.- og 3. juni verður ráðstevna um leiklutin hjá universitetum í smátjóðum hildin á Fróðskaparsetrinum.

Høvuðsrøðari á ráðstevnuni verður Guðni Thorlacius Jóhannesson, søgurfrøðingur og fyrrverandi forseti Íslands.

Ráðstevnan savnar granskarar, undirvísarar og politikarar úr Føroyum og øðrum smásamfeløgum til at kjakast um týdningin hjá universitetum í menningini av lítlum samfeløgum.

Á skránni eru evni sum: Hvussu universitet kunnu stuðla fólkaræði, varðveita mál og mentan, og minka um fráflyting.

Eitt universitet í einum smásamfelagi hevur ofta ein serligan leiklut, bæði við at skapa nýggja vitan og loysa ítøkiligar samfelagsligar trupulleikar. Hetta verður ofta gjørt í tøttum samstarvi við politisku skipanina og lokalar myndugleikar, skrivar Fróðskaparsetri.