Herfyri samtykti Tvøroyar kommuna at keypa Føroya Banka á Tvøroyri, og í vikuni var skeyti undirskrivað, og Tvøroyrar Kommuna er nú eigari av allari ognini á Sjógøtu 2-4, sum kommunan og bankin áður áttu í felag.
Føroya Banki sendi í 2024 kommununi fyrispurning um at yvirtaka alla ognina, tí bankin ikki longur tørvar allar fermetrarnar til teirra virksemi. Samráðingar hava ført til semju, og keypsprísurin er ásettur til 4,9 milliónir krónur.
Bygningurin verður nú settur í stand og dagførdur. Brim Arkitektar hava verið við í hesi tilgongdini og gera uppskot til framtíðar innrætting og dagføring av bygninginum.
Brim arkitektar eru eisini bidnir um at hugsa um, hvussu økið rundan um bygningin kann dagførast og sampakka við bygningin og miðbýin.
Ætlanin hjá Tvøroyrar Kommunu er at brúka bygningin til kunningarstovu, fólkabókasavn, móttøku og býráðssal.
Bankin leigar tó framvegis avgreiðsluhølir á veghæddini og partar av 1. hæddini, samsvarandi sáttmála, og leiguprísurin er ásettur til 390.500 krónur árliga. Kommunan og bankin deila kostnaðin av dagføringum.

