Hans Andrias vann finaluna í tónleikakappingini Sement, sum var á Reinsaríinum í Tórsgøtu í gjárkvøldið. Tað skriva Kringvarpið.
Tunghoyrt endaði á øðrum plássi og Ronja á triðja. Hini, sum kappaðust í finaluni, vóru Ókendir, Óli, Bolstad, Karla Hansen og Jarzhe.
Verturin Filip Mortensen segði, at støðið var óvanliga høgt í ár. Um Hans Andrias segði dómarapanelið, at hann hevur altjóða støði, kann spæla allastaðni í heiminum, at hann bar seg ógvuliga væl at á pallinum og hevur eina fantastiska rødd.
Tungmetalbólkurin Tunghoyrt vunnu møguleikan at spæla á danska bransjufestivalinum Spot. Samstundis hevur G! Festivalurin boðið teimum pláss á plakatini til summar.
Anna Lachino varð eisini heiðrað fyri sítt arbeiði við Open Mic, sum hevur verið ein týdningarmikil pallur fyri ungar føroyskar tónleikarar í meira enn eitt áratíggju.
Hergeir Staksberg, fyriskipari av Sement, handaði Annu heiðursgávuna og legði dent á týdningin av hesum átakinum fyri føroyska tónleikamentan.