Landsbankin biður Løgmansskrivstovuna um umbering

Skrivað

Johnny í Grótinum

Dagfesting

Løgmansskrivstovan pellar ikki, men roknistykkið er misvísandi


Løgmaður kravdi á tingsins røðarapalli í gjár umbering frá Landsbankanum.

Í greinastubba um strategiska misrepresentatión á heimasíðu landsbankans dagfest 30. apríl, skrivar Landsbankin millum annað:

”Hetta dømi bendir á, at politiski myndugleikin tilvitað pellar fyri bæði sær sjálvum og borgarum í landinum fyri at fáa verkætlanina samtykta”

Hetta er hart orðað. Tað er óneyðugt. Tað biður Landsbankin um umbering fyri. Tann orðingin er nú strikað úr greinini.

Landsbankin biður tó ikki um umbering fyri at vísa á, at roknistykkið í frágreiðingini ”Fíggingarleistur – Suðuroyartunnilin, Oktober 2024” er misvísandi, og at tað ikki kann brúkast sum avgerðargrundarlag fyri, um Suðuroyartunnilin verður boraður ella ikki.

Roknistykkið vísir, at Suðuroyartunnilin við ávísum treytum fer at hava eina positiva ávirkan á fíggjarlógina við 40 milliónir krónur árliga frá 2037. Roknistykkið er beinleiðis villeiðandi, tí tað hevur sum fortreyt, at landið letur 1,35 milliardir krónur til tunnilin og onki til Smyril (Strandferðsluna). Hetta svarar til, at landið játtaði 800 milliónir til ein almennan stovn í 2025, og síðani bað stovnsleiðara flyta landinum 40 milliónir krónur aftur næstu 20 árini. Tað hevði als onki bøtt upp á fíggjarliga haldførið.

Roknistykkið gevur fatan av, at íløgan í Suðuroyartunnilin bøtir um fíggjarpolitiska haldførið frá 2037 og 28 ár fram. Íløgan í Suðuroyartunnilin bøtir ikki um fíggjarpolitiska haldførið næstu áratíggjuni, men tvørturímóti spennir hon almenna búskapin harðari fyri næstu 40 árini og minkar eisini munandi um rásarúmið, at gera aðrar neyðugar íløgur.

Hetta vístu vit løgmanni og Løgmansskrivstovuni á, á fundi í Tinganesi 7. juni 2024, Føroya Løgtingi í einum skrivligum fyrivarni til frágreiðingina í oktober 2024 og á hoyringarfundum við fíggjarnevndina í mars 2025. Og nú í einum greinastubba á heimasíðu Landsbankans, har vit tóku ov harðliga til orðanna.

Løgmansskrivstovan vísir í almennum skrivi á, at tað eru fleiri aðrar útrokningar við í umrøddu frágreiðing. Tað er rætt, og vit fegnast um, at løgmansstjórin alment ger vart við hesar útrokningar nú. Tí á tíðindafundi um Suðuroyartunnilin, á tingsins røðarapalli og í øllum samrøðum við miðlarnar hevur løgmaður ferð eftir ferð víst til misvísandi roknistykkið við teimum 40 milliónir krónunum í yvirskoti til landsins fíggjarlóg frá 2037. Tað er villeiðandi og skeivt sum avgerðargrundarlag fyri hesi søguliga stóru íløgu.

Johnny í Grótinum, formaður í nevnd Landsbankans