Sjóvar kommuna gevur nú øllum borgarum møguleika at leiga eitt lendi at velta á. Talan er um økið við Lághálsar á Strondum.
Borgarar kunnu velja millum tvær støddir, 10 fermetrar fyri 100 krónur um árið ella 50 fermetrar fyri 300 krónur um árið.
Kommunan tekur sær av at burturbeina deyðagras fyrst í næstu viku, og síðan kunnu leigarar fara í gongd við veltuna. Ein velta kann leigast fyri hvørt húski.
Tiltakið er ætlað bæði royndum og óroyndum, og kommunan skipar fyri einum íblástrartiltakið hóskvøldið í bygdahúsinum á Strondum. Har fara Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, og Eva Andersen frá “Urtagarðinum hjá Evu” á Strondum at greiða frá royndum og møguleikum við epla- og grønmetisveltum.
Tiltakið er ikki bert ætlað teimum, sum velja at leiga eitt lendi, men øllum, ið hava áhuga í veltu og burðardyggum møguleikum innan matframleiðslu. Fólk kunnu fáa góð ráð um, hvussu tey í smáum kunnu fara undir at velta, og hvussu tað kann gerast bæði stuttligt og gagnligt. Bæði roynd og óroynd kunnu læra frá teimum, ið hava drúgvar royndir at velta.
Kommunan vonar, at fólk taka av møguleikanum at leiga eitt øki og samstundis gerast partur av einum felagsskapi, har vit læra frá hvørjum øðrum og menna vitanina at velta.
Mynd: Google Street View