Stjórnarleiðarar hittast í Tinganesi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgmansskrivstovan boðar frá, at stjórnarleiðararnir úr Íslandi, Noregi, Grønlandi, Danmark og Føroyum hittast í Tinganesi í morgun til stjórnarfund um trygdarpolitikk í Norðuratlantshavi og Arktis.

Fundurin kemur í kjalarvørrinum á eini trygdarráðstevnu í München, har løgmaður, Aksel V. Johannesen, var við. Har varð staðfest, at londini í økinum ynskja størri fokus og tættari samskifti um trygdarpolitisk viðurskifti.

Endamálið við fundinum er at savna londini í økinum um felags trygdarpolitisk mál.

– Vit hava skyldu til at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi, sigur løgmaður, sum fegnast um, at fundurin kann haldast í Føroyum.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr-Støre, er við á fundinum gjøgnum netið, meðan hinir stjórnarleiðararnir koma til Føroya. Umframt stjórnarfundin skal løgmaður hava fundir við danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, og nýggja grønlendska landsstýrisformannin, Jens-Frederik Nielsen.