Løgmaður vil nú samstarva við Fólkaflokkin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú eri eg tilreiðar at samstarva við allar flokkar á tingi. Tað segði formaður Javnaðarfloksins á landsfundi floksins um vikuskiftið.

Aksel Johannesen hevur annars noktað at samstarva við Fólkaflokkin, heilt síðan hann gjørdist formaður í flokkinum 5. mars í 2011.

– Kanska havi eg sjálvur verið við til at grivið gjáir. Men tíðir broytast, og fólk broytast, sigur hann, og leggur afturat, at samstarv er nú neyðugt fyri at tryggja og framtíðartryggja vælferðina.

Formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, er væl nøgdur við avgerðina hjá Akseli Johannesen.

– Tað er gott at vita, at Fólkaflokkurin nú kann samstarva við allar flokkar á tingi, eisini Javnaðarflokkin, um tað skal vera, sigur Beinir Johannesen við Kringvarpið.

Í dag klokkan 16.00 fer Árni Gregersen at hava eini samrøðu við Aksel Johannesen, løgmann. Á skránni verður millum annað landsfundur Javnaðarfloksins um vikuskiftið, pensjónsviðurskiftini, Suðuroyartunnilin og Norðurlendskt samstarv.