Uttanlandsnevndin í Washington

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingsins Uttanlandsnevnd hevur seinastu dagarnar verið á kunningarferð í Washington.

Endamálið var at kunna seg um altjóða viðurskifti, serliga við atliti til trygd og verju í Arktis og Norðuratlantshavi.

Nevndin vitjaði eisini nýggju føroysku sendistovuna, har fleiri fundir vórðu hildnir. Almenna móttøkan fyri sendistovuni verður í heyst.

Harumframt var nevndin við á kunningarfundum í State Department, Pentagon og Office of Naval Intelligence, umframt fundir við umboð frá Senatinum og Umboðsmannatinginum.

Í Washington, sum er miðdepil fyri granskingarstovnar, møtti nevndin umboðum fyri fleiri av hesum, ið hava ávirkan á politiska landslagið í USA. Eisini hittu tey sendifólk úr Íslandi, Grønlandi og Ukraina, sum greiddu frá teirra arbeiði í hesum óvissu tíðum.

Føroyar og USA hava felags strategisk og búskaparlig áhugamál í Norðuratlantshavi og Arktis. Spenta støðan og vaksandi áhugin fyri hesum økjum ger tað serliga viðkomandi at vitja Washington, sum er miðdepil fyri verju-, trygdar- og uttanríkispolitikk í USA.

Vitjanin hevur eisini lagt lunnar undir góð sambond við amerikanskar myndugleikar og vinnulívsfólk, og styrkt samstarvið millum Føroyar og USA.