Sissal kom víðari í finaluna í Eurovision

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska Sissal kom víðari í finaluna í Eurovision. Tað var greitt, tá ið tey tíggju londini, sum komu í finaluna vóru almannakunngjørd. Sissal var nummar ellivu á pallinum í Basel við sanginum Hallucination.

Hitt Norðurlandi, sum var við í kvøld, Finnland kom eisini víðari. Harvið eru øll fimm Norðurlondini, sum eru við í Eurovision komin víðari. Noreg, Ísland og Svøríki komu víðari týskvøldið.

Hini londini, sum komu víðari í kvøld eru Litava, Ísrael, Armenia, Eysturríki, Luksemborg, Finnland, Letland, Malta og Grikkaland.


Í fyrru hálvfinaluni komu eisini Albania, Niðurlond, Pólland, San Marino, Estland, Portugal og Ukraina víðari.

Sveis er í finaluni sum vertstjóð. Meðan stóru londini Frakland, Týskland, Italia, Spania og Stóra Bretland hava fast pláss í finaluni.