Jóannes: Tak málið um Suðuroyartunnilin aftur og fyrireika tað ordiliga

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í grein á Facebook heitir fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard á løgmann, Aksel Johannsen, at taka málið um Suðuroyartunnilin aftur og fyrireika tað væl og virðiliga, so at løgtingið seinni í ár á fult upplýstum grundarlagi kann taka støðu.

Jóannes Eidesgaard heldur at tað eru alt ov nógvir leysir endar í málinum, tá ið hugsað verður um, at hetta er størsta verkætlanin í Føroyar søgu.


Soleiðis skrivar Jóannes Eidesgaard á Facebook:

Míni ráð til løgmans eru, at hann tekur málið aftur og fyrireikar alt til lítar.

Einaferð var Suðuroyartunnilin eitt vinnaramál, so gjørdist hann eitt ivamál, og nú er tað okkurt, sum bendir á, at hann kann fara at gerast eitt taparamál, um ikki tilgongdin beint nú verður broytt.

Mìni bestu ráð til løgmans eru tí, at hann tekur málið aftur og fyrireikar tað væl og virðiliga, so at løgtingið seinni í ár á fult upplýstum grundarlagi kann taka støðu.

Hesin hátturin at trumfa og skrumbla mál ígjøgnum, sum eru so ivasom sum hetta, er at taka tingfólk til gíslar, tí tey hava ongan møguleika at gjøgnumskoða eitt mál við so nógvum leysum endum sum hetta. Var tað eitt minni lógarmál, sum støða skuldi takast til, so var tað kanska gamaní, men her er talan um nógv ta størstu verkætlanina í Føroya søgu.

Mær tykir, at eg síggi ikki so lítið av maktarrogansu í hesum málinum, har atfinningar og alternativ uppskot verða skúgvað til viks sum óviðkomandi, og kritiskir spurningar verða tulkaðar sum mótstøða til, at ein Suðuroyartunnil kemur.

Hvussu við alternativari linjuføring, hvussu við vegaføringini á Sandoynni, hvussu við vegaføringini í Suðuroynni, hvussu við umhvørvisatlitum og hvussu við trygdini – fyri at taka nøkur burtur úr rúgvuni.

Vit hava rættiliga ofta brent okkum av stórum verkætlanum, sum tó eru munandi minni enn henda, har alt botnaði í, at fyrireikingarnar ikki vóru gjørdart til lítar. Lat okkum í minsta lagi taka við læru av tí.

Tá fyrireikingarnar eru gjørdar so góðar, at allur ivi er burtur, og svar eru uppá allar spurningar, tá kann málið leggjast fram til støðutakan í tinginum.

Hin vegin er tað at lata alt upp í hendurnar á Tunnilsfelagnum og so halda fyri oyru og eygu ábyrgdarloysi út um alt mark – ja nærum maktasloysi.

So løgmaður – tak málið aftur og kom aftur við tí, tá tað er búgvið til støðutakan. Eg havi hug at taka synd í tingfólkum, sum nú verða rikin í rætt fyri at taka støðu í einum máli, tey av givnum grundum als ikki kunna gjøgnumskoða.

Enn ber til at gera Suðuroyartunnilin aftur til eitt vinnaramál, um rætt verður borið at.