Reyðhærda gentan Pippi Langsokkur verður 80 ár í dag, tó at hon framvegis bara er ein níggju ára gomul genta. Sum Pippi segði sjálv: – Eg vil ongantíð gerast vaksin.
Í Føroyum verður føðingardagurin millum annað hildin í bókasavninum á Strondum klokkan 17.00 við sangløtu og filmi. Á bókasavninum við Løkin í Runvík, verða søgur um Pippi lisnar upp klokkan 16.30.
Kendi svenski rithøvundurin Astrid Lindgren skrivaði bøkurnar um Pippi. Tann fyrsta kom út út í 1945. Men søgan byrjaði longu 21. mai í 1944, tá ið Astrid Lindgren skrivaði søguna um Pippi, sum føðingardaggávu til dóttrina Karen. Tí er 21. mai føðingardagur hjá Pippilotta Viktualia Rullgardina Krusmynta Efraimsdotter Långstrump, sum er hennara fulla svenska navn.
Sambært svenskum miðlum veður føðingardagurin hildin alla staðni í Svøríki, og í heimbýnum hjá Astrid Lindgren, Vimmerby verður eisini nógv gjørt burtur úr.
Í Astrid Lindgrens Värld, har nógvir føroyingar hava verið, verður Pippi ikki fagnað sum eitt 80-ára føðingardagsbarn, tí har verður hon altíð ein níggju ára gomul, júst sum í bókunum.
Bøkurnar um Pippi eru seldar í umleið 70 milliónum eintøkum og eru umsettar til 79 mál. Tær tríggjar upprunabøkurnar eru Pippi Langsokkur (1945), Pippi Langsokkur fer til skips (1946) og Pippi Langsokkur í Suðurhøvum (1948).
Pippi er kend fyri sína óvanligu styrki, óheftni og rættvísiskenslu. Hon brýtur við vanliga barnaleiklutin og hevur gjøgnum tíðirnar verið ein fyrimynd fyri frælsi og sjálvbjargni. Søgan um Pippi er ikki bara ævintýrlig og skemtilig, men hevur eisini djúpari meining um at finna sítt egna pláss í heiminum, uttan at lata seg tøla av sosialum rammum.
Flestu bøkurnar um Pippi eru umsettar til føroyskt. Eisini eru fleiri filmar og filmsrøðir um Pippi og vinirnar Anniku og Tommy.
Á myndini síggjast Astrid Lindgren og Inger Nilsson, sum spældi Pippi í kendu filmunum um sterku gentuna.
Kelda: Vimmerby Tidning