LISA nýggja nevnd

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Listafólkasamband Føroya (LISA) hevur fingið nýgja starvsnevnd.

LISA hevði aðalfund 3. mai, har Marita Dalsgaard og Hansina Iversen, sum hava sitið í nevndini seinastu árini, løgdu frá sær.

Marita hevur verið partur av starvsnevndini síðan 2013, og síðan 2017 hevur hon verið forfólk, og sitið í nevndini saman við Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen.

– Hesi árini er nógv arbeiði fingið frá hendi. Vit ynskja at takka tey trý fyri gott samstarv og væl frágingið arbeiði!, skrivar LISA í tíðindaskrivi.

Nýggja starvsnevndin í LISA hevur skipað seg soleiðis: Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, forfólk, Kristina Thede Johansen, næstforfólk, og Sunrid í Gong, nevndarlimur.