Føroyar yvirtaka loftferðsluna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyar fara nú stigvíst at yvirtaka málsøkið loftferðsla, sum higartil hevur verið umsitið av Danmark.

Tað verður gjørt í samstarvi millum danskar myndugleikar og Føroya landsstýri.

Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg sigur, at Føroyar síggja fram til at taka á seg alla ábyrgdina av økinum, og at stigvísa yvirtøkan verður framd við fyriliti fyri flogtrygd og altjóða samstarva.

Síðan 2005 hevur verið arbeitt við at flyta málsøkið á føroyskar hendur, og samferðslumálaráðharrin í Danmark, Thomas Danielsen, sigur, at danska stjórnin er til reiðar at samstarva um yvirtøkuna av hesum tøkniliga økinum.

Til tess at fremja yvirtøkuna krevst lógarbroyting bæði í Danmark og í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur við føroyskum og donskum umboðum verður settur at tryggja framdrátt, samskipan og neyðuga vitanarskiftið. Tíðarætlanin fyri yvirtøkuna skal gerast í felag millum myndugleikarnar.