Sangarin í heimskenda norska tónleikabólkinum A-ha, Morten Harket, hevur Parkinsonsjúku.
65 ára gamli Morten Harket sigur sambært norska miðlinum VG, at hann hevur fingið staðfest sjúkuna og er viðgjørdur við at fáa elektrodur í heilan. Hann greiðir frá, at røddin er ávirkað av viðgerðini, og at framtíðin sum tónleikari er óviss.
Mortan Harket hevur leingi hildið diagnosuna fyri seg sjálvan fyri at hava arbeiðsfrið, men nú vil hann taka plástrið av og gera tað alment.
– Eg havi ongantíð havt trupulleikar við at góðtaka diagnosuna, men eg ynskti at bíða við at kunngera hana, sigur hann sambært VG.
Parkinsons sjúka er ein kronisk nevrologisk sjúka, sum við tíðini ávirkar rørslur og førleikan at stýra kroppinum. Typisk sjúkueyðkenni eru ristingar, stívleiki og seinar rørslur. Tað eru viðgerðir, sum kunnu linna symptomini, men enn er eingin heilivágur, sum lekir sjúkuna.
Saman við hinum í A-ha gjørdist Mortan Harket í 1980-árunum heimskendur við sanginum Take On Me, og hevur fingið viðurkenningar bæði sum solotónleikari og sum partur av A-ha.
Mortan Harket sigur, at hann nú vil fáa frið og biður um, at fólk ikki koma við velmeinandi ráðum um viðgerð:
– Eg má halda meg til fakfólkini, sum viðgera meg, sigur hann.
A-ha: Take on Me

A-ha í 1984