Tórshavnar kommuna tvífaldar stuðulin til LGBT+

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar kommuna og LGBT+ Føroyar hava avtalað, at kommunan tvífaldar sín stuðul til LGBT+ úr 50.000 upp í 100.000 krónur. Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

Sambært avtaluni fíggjar Tórshavnar kommuna pall, ljós, ljóð og trygdartiltøk, herundir samarittar og ferðslutrygdartiltøk og annað, í sambandi við skrúðgonguna hjá LGBT+ upp undir ólavsøku, í mesta lagi 100.000 krónur í trý ár, 2025, 2026 og 2027.

Síðan Pride-skrúðgongan hjá LGBT+ Føroyum varð gingin fyrstu ferð í 2005, er hon vaksin til at vera eitt av størstu einstøku tiltøkum um ólavsøkuna.

Vanliga eru fleiri túsund fólk við í skrúðgonguni og til tey tiltøk, sum eru í sambandi við skrúðgonguna.

Á myndini eru tað nevndin í LGBT+ Føroyum saman við Elsu Berg, borgarstjóra, og Jóan Peturi Hentze, kommunustjóra.