Erling Eidesgaard, sum var á tingi fyri Tjóðveldi fyrr í tingsetuni, heldur sera lítið um tíðindafundin hjá Aksel V. Johannsen, Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen eftir fundin í ríkisráðnum í gjár.
– Útlúgvandi – Ein tannleysur, útvatnaður tíðindafundur, har einki nýtt kom fram. Absolutt einki! Soleiðis lýsir Erling fundin í boðum á Facebook, og fleiri verandi og fyrrverandi politikkarar taka undir við honum.
Johan Dahl, tingmaður fyri sambandsflokku viðmerkir, at fundurin bert staðfesti, hvussu lítið veruligt arbeiði verður framt.
– Hendan samgongan verður bara meira og meira láturlig og onki gerandi fyri hvønn dag sum gongur, segði hann og eftirspurdi verulig úrslit heldur enn politisk orð.
Brandur Sandoy, fyrrverandi tingmaður fyri Fólkaflokkin er ivasamur um signalini frá løgmanni og spurdi soleiðis
– Segði løgmaður ikki, at vit sóu fyri okkum at verða verandi í ríkisfelagsskapinum? Eitt útsøgn, sum sambært honum kundi strítt ímóti undanfarnum útsøgnum.
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri sambandsflokkin, vísir á, at Sambandsflokkurin fór burtur úr tingingunum um ríkisrættarligu støðuna, tí at Sambandsflokkurin helt, at hinir flokkarnar meintu tað, sum teir søgdu.
Poul Michelsen, fyrrverndi tingmaður og stovnari av Framsókn, sigur beint fram, at tað er langt síðan, at hann hevur hoyrt ein so onkisigandi tíðindafund – hvørji vóru tíðindini?, spyr hann.
Og Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi tingmaður fyri Tjóðveldi og verandi borgarstjóri í Runavík ivast í, hvat Tjóðveldi yvirhøvur ger við borðið, og undrast á at Bárður Nielsen og Sambandsflokkurin eru rýmdir frá hesum heimastýrisvellinginum.
Samlaða myndin av kjakinum, vísir, at kjakarar halda, at tíðindafundurin var einkisigandi og ógreiður. Fundurin tykist at hava reist fleiri spurningar enn hann gav svar.
Les alt uppslagið hjá Erlingi Eidesgaard og allar viðmerkingarnar á uppslagnum Facebook, sum er viðheft niðanfyri.